Honda Civic 2017

Nýggi Honda Civic kemur á marknaðin í vár. Hesin er 10. generatión síðan Honda Civic fyrstu ferð kom á marknaðin í 1972.

 

Honda Civic hevur í mong ár verið ein sermerktur bilur hvat designi og viðvíkur bæði uttan og innan. Hesin nýggi er einki undantak, hann er sportligur, samstundis sum hann er parktiskur.

 

Civic verður m.a.at fáa við tveimum nýggjum VTEC Turbo bensinmotorum við ávikavist 129 og 185 hk. Sum standard hevur bilurin 6-manuell gear, men hann verður eisini at fáa við CVT automatgearkassa.

 

Nýggi Civic er umleið somu stødd sum núverandi men við betri beinplássi við baksetrini. Viðførisrúmið er 478 litrar, sum er stórt í mun til aðrar bilar í sama klassa.

 

Nýggi Honda Civic kemur á marknaðin í 2017.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/