Hon vil ikki lova at føroyingar fáa avgerðandi orðið

Forsætisráðharrin vil ikki tryggja, at føroyingar fáa avgerðarrættin um hernaðarútgerð skal setast upp í Føroyum

Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, vil ikki tryggja, at tað verða føroyskir myndugleikar, sum fáa avgerðandi orðið um hernaðarútgerð skal setast upp í Føroyum, ella ikki. Tað varð staðfest í Fólkatinginum í morgun.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, reisti málið í Fólkatingnum í dag um ætlanina at seta ein radara til hernaðarlig endamál, upp í Føroyum.

Sjálvur ger hann greitt, at hann tekur undir við, at ein radari verður settur upp í Føroyum, tí tað er neyðugt, at vit verja okkara vesturlendsku virði. Men hann heldur samstundis, at vit kunnu ikki verja tey vesturlendsku virðini við at seta tey til viks.

Og tískil staðfestur hann eisini, at myndugleikarnir í Føroyum mugu verða verða við at viðgera málið um ein radari, ella onnur hernaðarútgerð, verður sett upp í Føroyum, ella ikki.

Í hesum sambandi minnir hann á, at undir kalda krígnum vórðu myndugleikarnir í Føroyum skúgvaðir til viks.

Tí spurdi hann Mette Frederiksen í Fólkatinginum, um hon kann veita trygd, at eingin radari verður settur upp, fyrrenn myndugleikarnir í Føroyum hava tikið undir við tí.

Men tað vildi hon ikki ordiliga svara upp á, tí tað einasta hon segði, var, at tað bæði er, og tað skal eisini vera eitt gott samstarv um trygdarpolitikkin í Arktisk og í ríkisfelagsskapinum. Og hon sigur, at tað hava partarnir samskift um leingi. Og tað samskifta vit framvegis um, sigur hon.