Hon vann metvinning og segði upp

53 ára gamla Mavis Wanczyk úr Massachusetts stígur nú alment fram og váttar, at tað er hon, sum er hepni vinnarin av 4,8 millardum krónum í lotto.

 

Sambært AP tíðindastovuni, so var Mavis L. Wanczyk á veg heim úr arbeiði á sjúkrahúsinum um náttina, tá hon fann út av, at tað var hon, ið hevði vunnið.

 

Hon var á ferð saman við einum sløkkiliðsmanni, sum fylgdi henni trygt heim.

 

Seðil hennara gevur henni 758,7 milliónir dollarar, sum er áleið 4,8 milliardir krónur.

 

Sannlíkindini fyri at vinna eru 1 til 292,2 milliónir.

 

Fyri at fáa allar pengarnar útgoldnar, skal vinnarin góðtaka at fáa upphæddina yvir 29 ár.

 

Men Mavis Wanczyk hevur valt at fáa allar pengarnar í senn.

 

Tað merkir, at hon »bara« far 443,3 milliónir dollarar, sum svarar til 2,8 milliardir krónur. Síðani skal skattur dragast frá, um vanlig er um 30 prosent av vinninginum.

 

Tað fyrsta, hon fer at gera er at hvíla seg og slappa av. Hon hevur longu ringt til arbeiðsplássið og sagt, at tey skulu ikki vænta at síggja hana aftur til arbeiðis.

 

Lottovinnarin hevur tvey vaksin børn, dóttir og son.

 

Umframt 1. vinningin í lottospælinum eru seks 2. vinningar upp á tvær milliónir dollarar og 34 3. vinningar, hvør upp á eina millón dollarar. Tað svarar til ávikavist 12,6 og 6,3 milliónir krónur.

 

Øll puljan var hin næststorsta í Amerika nakrantíð.

 

Powerball-lottaríið verður spælt í 44 statum av teimum 50 í USA, og í Washington D. C., á Puerto Rico og á Jomfrúoyggjunum – gamla Dansk Vestindia.

 

Trýstið á pílin fyri at hoyra og síggja hepna vinnaran.

 

/ritzau/AP