21 ára gamla Michaela Dutton má drekka Coca-Cola light fyri at halda sær á lívi, og kann bert vaska sær einaferð um vikuna.
Einki vatn, einki lív. Hesi náttúrulóg gongur 21 ára gamla Michaela Dutton ímóti.
Hon hevur nevniliga tí óvanligu sjúkuna ?Aquagenic urticaria?, ið gevur henni útslett á kroppin, um hon kemur í samband við vatn. Hesa sjúkuna hevur hon havt, síðani hon føddi son sín 16. oktobur 2005.
- Eina viku eftir, at eg átti sonin hjá mær, fór eg í bað, og tá eg kom út aftur, hevði eg eitt ræðuligt útslett, og stutt eftir fekk eg at vita, at eg hevði hesa sjúkuna, sigur hon við The Daily Mirror.
Má verða heima, tá ið tað regnar
Hon greiður frá sær sjálvari, sum fanga í egnum kroppi.
- Tá ið tað regnar, kann eg ikki fara út, og um eg drekki eitt glas av vatn ella juice fái eg bløðrur á hálsin, sigur hon.
Tí noyðist hon at halda sær á lívi við Coca Cola light.
Kann ikki halda um son sín
Eitt av tí, ið er ringast fyri Michaelu er, at hon ikki hevur møguleikan at halda um son sín, uttan so, at tey bæði eru ógvuliga væl ílatin, tí hon tolir ikki sveitta og annað frá honum. Vinirnir sær hon ikki longur, tí tey eru bangin fyri, at hon kann smitta tey.
- Eg greiði frá mínari søgu við teirri vón, at onkur kann finna heilivág fyri mínari sjúku, sigur kvinnan.
Menniskju hava umleið 70 prosent vatn í kroppinum, og tað er bert ein út av 230 milliónum, ið fáa hesa sjúkuna.











