Hon ætlaði at myrða Gerald Ford

Fyri 32 árum síðani royndi Sara Jane Moore at beina fyri táverandi amerikanska forsetanum. Nú er hon sloppin úr fongslinum fyribils

Tann 22. september í 1975 var Gerald Ford, forseti, inni á hotellinum St. Francis í miðbýnum í San Fransisco. Tá hann kom útaftur, royndi onkur at skjóta hann, men skotið rakti ikki.

 

Tað var Sara Jane Moore, sum ætlaði sær at beina fyri forsetanum, men hon rakti hann ikki, tí ein fyrrverandi Vietnam-hermaður tók í armin henni, júst sum skuldi skjóta. Tveir dagar seinni varð hon tikin, og í tasku hennara fann løgreglan eina skammbyrsu og fleiri eksjur við patrónum.

 

Nýggjársaftan varð hon latin leys eftir at hava sitið 32 ár í fongsli. Men tann 78 ára gamla kvinnan skal ansa sær, tí hon er bara royndarleyslatin, skrivar Los Angeles Times.

 

-Eg haldi, at hon hevur havt stundir til at hugsa seg um, sigur sakførarin, sum var verji hennara í 1975.