Fyrr í ár fingu børn høvi til at verða við í eini kapping um at tekna jólaposan hjá SMS í ár. SMS sigur, at nógvar góðar tekningar komu inn, men vinnarin varð 10 ára gamla Maria Bjarnadóttir úr Hoyvík.
Dómsnevndin helt, at tekningin hjá Mariu var stuttlig, sigandi og ikki at gloyma flott. Sjálv sigur Maria, at tekningin vísir allar herligheitirnar í sambandi við jólini, men at jólini í ár helst vera eitt sindur øðrvísi, tí korona er farið at ganga.
Annars er jólabýurin í SMS tendraður.