Tað var Súsanna Madsen í Kollafirði, sum fekk fulla plátu og slapp í gjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld.
Høvuðsvinningurin var á tvær miljónir krónur, og eftir at hava hugsað seg um, gjørdi hon av at deila upphæddina yvir teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi.
Og tað var eisini um reppið, at tað eydnaðist hjá Súsonnu Madsen í fyrstu royndini.
Hjólið steðgaði á 12.500 krónum - og bert ein seym frá gula leypinum. Í fyrsta drátti verður upphæddin faldað við fimm, sum soleiðis hevði givið henni 62.500 krónur, um hon valdi at steðga her.
Men, tað gjørdi Súsanna Madsen ikki.
- Eg prøvi einaferð aftrat, segði hon.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 30.000 skattafríar krónur. - Eg má prøva einaferð aftrat, segði hon.
Men, tíverri eydnaðist tað heldur ikki at koma á ein leyp í triðju og seinastu royndini. Hesaferð steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld.
- Eg takki fyri, segði Súsanna Madsen, sum kortini vissaði gekka-vertin í kvøld um, at hon fer at royna eydnuna aftur í Gekka-spælinum næsta fríggjakvøld.