Árliga Mentanarnáttin í høvuðsstaðnum verður fríggjadagin. Tiltøk eru frá morgunstundini, men kl. 18.00 hava tey setan í gamla Kommunuskúlagarðinum.
Tað verður íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum, Sif Gunnarsdóttir, sum fer at flyta fram røðu og seta tiltakið.
Eisini spælir orkestrið GHM undir setanini.










