ÍSF hevur nú sett sær fyri at styrkja og menna ítróttin fyri ta stóru fjøldina, sum ikki endiliga íðkar ítrótt fyri at kappast.
Og fyri at vísa, at tey meina tað í álvara, hava tey sett fólk í fast starv, sum burtur av fær til uppgávu at menna og styrkja ítróttin fyri ta stóru gjøldina. Tað er Katrin á Neystabø, sum er sett í starv til endamálið sigur uppgávuni, Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, í eini fráboðan nú seinnapartin.
Hon sigur, at undir koronakreppuni, sum legði ítróttarlívið um allan heimin lamið, varnaðust tey nøkur viðurskifti, sum tey kanska ikki høvdu givið sær nóg væl far um.
– Koronakreppan rakti úrvalsíðkararnar hart. Alt, tey høvdu arbeitt fram ímóti, bleiv jú avlýst eftir einum degi. Men tað, sum vit kanska ikki høvdu væntað, var at síggja, hvussu hart tað eisini rakti ta stóru føldina, tá ið felagsskapurin varð tikin frá teimum.
Tú kanst siga, at vit av álvara varnaðust týdningin av breiddini - og tann sterka felagsskapin, sum hoyrir til, og í so máta var koronakreppan ikki. Til fánýtis, sigur Elin H. Joensen.
– Síðani korona hevur ÍSF lagt seg eftir at styrkja um breiddina, samstundis, sum íðkarar á hægsta stigi framvegis verða stuðlaðir. Tað er jú ikki neyðugt at velja annað - tað ber væl til at hava eina sterka elitu og samstundis hava eina góða, sunna breidd, sigur forsetin í ÍSF.
Føroyaleikir, har ymsu sambondini sjálvi kundu gera av, hvussu kappingarnar skuldu skipast, bóru brá av hesi hugsan og nú setir ÍSF øll segl til - og hevur sett eitt fólk burturav, til at styrkja breiddina enn meira.
Katrin á Neystabø, sum er sett í starv at taka sær av hesum, hevur verið virkin í nógvum ymsum ítróttargreinum, tó at hon helst er best kend sum undangongukvinnan hjá Neistanum, har hon eisini hevur verið venjari í nógv ár.
Hon samskipar longu Skúlaleikir fyri ÍSF, men nú fer hon so í fult starv hjá ÍSF, har hon, burturav, skal arbeiða fyri at styrkja ta stóru fjøldini av ítróttarfólkum, og samanhaldininum í ítróttarfelagsskapinum, sigur Elin H. Joensen.
Katrin á Neystabø byrjaði í starvinum 1. september, og er í fyrstu syftu sett í eitt ár.