Tórshavnar býráð hevur hevur sett Fíu Lindenskov í starvið sum integratiónssamskipari. Farnu árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við integratión á ymsum økjum. Endamálið er, at kommunan skal virka fyri, at tilflytarar fella til, og taka virknan lut í samfelagnum so skjótt, sum gjørligt.
Ein partur av uppgávuni hjá integratiónssamskiparanum verður, saman við politisku skipanini, at seta kósina og standa fyri tiltøkum, sum fremja samansjóðingina ímillum útlendingar og havnarfólk. Talan skal bæði vera um tiltøk, sum venda sær til eir einstøku tilflytararnar, og um tiltøk, sum venda sær til tilflytarar sum heild. Talan skal eisini vera um tiltøk, sum venda sær til tær ymsu økini í Tórshavnar Kommunu við tí endamálið at fáa samansjóðingina at ganga skjótt og væl.
Tórshavnar Býráð upplýsir á á heimasíðunu, at Fía Lindenskov er fólkaheilsufrøðingur og harumframt hevur hon útbúgving sum verkætlanarleiðari. Hesi seinastu árini hevur hon verið kveikjari í ALS, har hon serliga hevur fingist við kunning, ráðgeving og menningartilgongdir, eins og at hon hevur royndir at samskipa og samstarva við ymsar partar í sambandi við integratión.