Rás 2 fer í kvøld klokkan 22 at endursenda sending um ta kanadisk/írsku/skotsku songkvinnuna Loreena McKennitt. Sendingin var á rásini fyrrapartin. Heri Simonsen og Eyðfinn Drewsen tosa við Jóannes Lamhauge og Jan Müller um tónleikin hjá songkvinnuni, sum rúnarbindur øll tey, ið hoyra hana. Teir báðir vóru á konsert í Keypmannahavn fyrr í ár, har teir eisini fingu orð á Loreenu. Samrøða við hana var í Sosialinum seinasta hósdag, og í dag hevur Jóannes Lamhauge konsertummæli. Eini 7 løg á teimum 7 fløgunum verða spæld henda tónleikatíman.