Fyri seks árum síðani stillaði Ingrid Betancourt upp til forsetavalið í Kolombia, men hennara sjónarmið hóvaðu ikki teirri vinstrasinnaðu uppreistrarrørsluni FARC, sum burturflutti hana.
Fyrradagin slapp Ingrid Betancourt leys, og alt fyri eitt boðaði hon frá, at hon hevur ikki slept ætlanini um at gerast kolombiskur forseti. Tey seks árini sum gísli í frumskóginum hava ávirkað heilsu hennara, men ikki tað politiska málið:
-Eg vóni framvegis, at at kann tæna Kolombia sum landsins forseti, segði hon við tíðindafólk gjáranáttina.
Politiskir eygleiðarar siga, at hon kann røkka málinum. Teir vísa á, at hon er tann best kenda kvinnan í Kolombia, pápi hennara var forseti, og harafturat er hon kend uttan fyri Kolombia.