Tað er nú greitt, at Jenny C. Petersen heldur fram sum stjóri á Tjóðpallinum. Í hesum sambandi hevur Leiklistaráðið einmælt samtykt at lata hana halda fram í starvinum í fimm ár afturat.
Jenny C. Petersen hevur drúgvar royndir sum stjóri á Tjóðpallinum, har hon nú hevur verið stjóri í fimtan ár.
Leiklistaráðið sigur, at hon hevur gott innlit í mentanarliga økið.
– Hesi seinastu nógvi árini hevur Jenny C. Petersen, áhaldandi víst á úrslit á høgum listarligum stigi, siga tey.
Ein av størstu uppgávunum hjá stjóranum hesi næstu fimm árini, verður at arbeiða við ætlanini at byggja nýtt Tjóðleikhús, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum sigur vera ein av hansara fremstu uppgávum í hesi hesi tingsetu.
– Í hesi tilgongdini er týdningarmikið, at stjórin hevur fingurin á pulsinum bæði politiskt og listarliga, og at stjórin somuleiðis tryggjar, at føroyski áskoðarin eisini hevur atgongd til dygdargóða list, sigur Leiklistaráðið.
Tað vóru 15 umsøkjarar til starvið sum stjóri á Tjóðpallinum.