Tað er nú greitt, at Bjørg Dam heldur fram sum forkvinna í ADHD felagnum.
Tey hava havt aðalfund og í eini fráboðan eftir fundin siga tey, at tað er stórur áhugi at koma í nevndina í ADHD felagnum og á aðalfundinum varð gjørt av at styrkja nevndina við at økja hana úr 6 nevndarlimum, upp í sjey, og tiltakslimirnir, sum hava verið tríggir í tali, eru nú fimm í tali.
Eisini limaskarin í felagnum er vaksin og nú eru 200 fleiri limir í felagnum enn tað vóru fyri tveimum árum síðani. Forkvinnan sigur, at framgongdin í felagnum vísir, hvussu stórur tørvur er á felagnum – og hvussu stórar frustratiónirnar eru hjá teimum familjum, sum eru raktar.
– Tað er sera gleðiligt, at vit javnan hoyra, at tað er politiskur vilji til staðar, men vit merkja hann ikki sigur hon. Hon sigur, at bíðitíðin at sleppa til sálarfrøðing er nógv longd hetta seinasta árið, og tað eru alt ov fá, sum fáa hjálp og viðgerð.
– Psykiatriin er yvirrend av vaksnum og børnum, sum vilja hava hjálp, sigur hon.
– Vit hoyra dagliga um rúsevnismisnýtslu, óarbeiðsføri, mistrivnað í skúlanum, angist, tunglyndi og økt tal av barnaverndarsakum. Nógv, kanska helvtin av hesum, høvdu als ikki verið, høvdu tey fingið ta røttu hjálpina fyrr, leggur Bjørg Dam afturat.
Hon sigur, at nýggj tøl vísa, at helvtin av teimum við rúsevnismisnýtslu, og ein triðingur av teimum við rúsdrekkanisnýtslu, hava eitt ADHD ella ADD at stríðast við og sostatt er hesin trupulleikin nógv størri enn vit hava hildið higartil.
Hon vísir á, at Oóviðgjørt ADHD kostar danska samfelagnum 2,8 milliardir um árið, men hvussu nógv tað kostar í Føroyum, vita vit ikki.
– Men tað sigur okkum, at útreiðslurnar til almannaverk, heilsuverk, arbeiðsleys, forsorg, fyritíðarpensión, og annað, hevði verið nógv minni, um ein partur varð nýttur til diagnosticering, viðgerð og fyribyrging.
Nevndin hevur skipað seg við Bjørg Dam, forkvinna, Asger Eið Karinarson næstformaður, Maiken á Mýruni skrivari, Anne Sophie Nordendal peningarøkil, Anna Nolsøe Joensen, Poula Patursson og Pætur Nattestad Petersen. Tiltakslimir eru: Edmund M. Djurhuus, Karolina Láberg, Óli Nolsøe Olsen, Bjørga Sivertsen og Laura Apol, sum ikki er við á myndini.