Hon gongur ímóti sáttmálanum hjá ST um rættindi hjá børnum

Tað má ikki verða ein politisk, og lokalpolitisk, kastibløka

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, gongur beint ímóti barnarættindasáttmálanum hjá ST.

Tað er niðurstøðan hjá Føroya Pedagogfelag, nú stígur er komin í ætlanina at byggja nýttbarnaheim.

Landsstýriskvinan hevur nevniliga gjørt av at útseta ætlanina og tað harmast tey í Pedagogfelagnum stórliga um.

Tey vísa á, at í barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum eisini er settur í gildi í Føroyum, stendur, at vit skulu tryggja, at stovnar og tænastur, ið hava umsorgan og skulu verja børnini, eru í samsvari við tey aðalkrøv, sum myndugleikarnir hava ásett.

Her verður serliga hugsað um trygd, heilsu, starvsfólkatali og starvsfólkaførleika og eisini verður hugsað um serkønari umsjón. 

Sum fakfelag hjá stórum parti av starvsfólkunum á barnaheiminum, fara vit inniliga at heita á landsstýriskvinnuna um, ikki at steðga ætlanini at  byggja nýtt barnaheim, sigur Pedagogfelagið.

– Umstøðurnar hjá starvsfólkum og brúkarum á barnaheiminum eru illa hóskandi, sigur felagið. Tey siga, at tey hava fingið innlit í umstøðurnar á barnaheiminum.

Tískil vita tey í Pedagogfelagnum:
– At viðgerðar- og arbeiðsumstøður ikki eru nøktandi.
– At høli hava verið brúkt, sum hava verið fongd við soppi, og sum annars hava verið í so ringum standi at tey ikki hava verið hóskandi til endamálini.
– At virksemið, sum í nógvum førum átti at verið savnað, er spjatt runt á ymiskum skiftandi støðum.
– At fráboðanir eru gjørdar til arbeiðseftirlitið um vánaligu umstøðurnar.
– At vánaligu umstøðurnar ganga út yvir starvsfólk og brúkarar, sum verða útsett fyri sálarligum og kropsligum harðskapi.

Eitt nýtt barnaheim hevur á veg í nógv ár og tað má ikki gerast ein politisk og lokalpolitisk kastibløka, sum steðgar, tí nú skal raðfestast øðrvísi, sigur Pedagogfelagið.

– Barnaheimið er ein endurmenningarstovnur. Barnaheimið er staðið, sum børn av ymiskum orsøkum mugu vera, tí umstøðurnar eru sum tær eru. Barnið og familja tess eru í kreppu og hava tørv á stuðli og tryggum og varandi umstøðum sigur Pedagogfelagið.

­– At steðga nú, kann hava vanlukkuligar avleiðingar við sær, sigur Pedagogfelagið.