Unga gentan, sum í dag varð dømd sek at vera í terror, er blivin mental kannað av sálarfrøðingum í samband við rættarsakina. Danskir miðlar skriva, at í mentalkanningini stendur, at gentan er vaksin upp undir óstøðugum og óharmoniskum karmum, og at hon tí er sálarliga veik, hevur ringt sjálvsálit, er ótrygg um sín egna samleika og er løtt at ávirka.
Politiken skrivar, at myndugleikar óttaðust fyri tryggleikanum hjá gentuni longu sum tvey ár, tí longu tá vísti hon ivasaman atburð. Hon hevur eisini havt tað trupult í skúlanum og hevur víst sjálvskaðandi atburð. Ákærin segði, at hon altíð hevur søkt eftir einum staðið at hoyra heima.
Tí heldur ákærumyndugleikin, at tá ið unga gentan fann "einføldu søguna" í átrúnaðinum, so ger tað hana vandamikla. Tí tá bleiv hon radikaliserað. So radikaliserað, at hon er til vanda fyri samfelagið, um hon sleppur út aftur, heldur ákærumyndugleikin.
Kjakið kemur í kjalarvørrinum av, at ákærin vil hava gentuna at fáa ein forvaringsdóm, meðan verjin heldur, at hon skal hava 6-8 ár í fongsul fyri at hava ætlað at bumba skúlar.
- Beint nú tykist islamisman at vera hennara eitt og alt. Og so leingi tað er tilfeldi, so haldi eg, at hon er vandamikil, segði høvuðsákærin, Kristian Kirk í rættinum, sambært Politiken.
Ákærin mælir tó til, at unga gentan fær 6- 8 ár í fongsul, tí at hon var bert 15 ára gomul, tá ið hendingin fór fram, og tí, at hennara ætlanir um at bumba skúlan ongantíð vórðu til veruleika.