Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum er stórfegin, nú landsstýrið fer at seta ein hjálparpakka í verk fyri ferðavinnuna fyri at tryggja, at hon hórar undan kreppuni, hon er komin í av koronu.
Við Sosialin í dag sigur hon, at tað eru góð tíðindi, at landsstýrið nú fer at leggja ein hjálparpakka til ferðavinnuna, fyri Løgtingið.
LES MEIRI HER: Nú kemur hjálpin til ferðavinnuna
Hon sigur við Sosialin, at nú taka vit ta seinasta takið í hesi koronu-kreppuni og tí heldur hon, at tað er rætt av landsstýrinum at veita ferðavinnuni ein fíggjarligan styrk. Hetta kemur væl við tí umsetningurin er farin í botn, leggur hon afturat.
Les eina longri samrøðu við Henny á Líknargøtu í Sosialinum í dag.