Jógvan Gregersen, sum er stjóri á Vaðhorn Seafood, sigur, at Jansy Brøðraberg er eitt fantastiskt menniskja og starvsfólk, og tað er hon, sum hevur best skil fyri saltfiski á virkinum.
- Hon stendur framvegis fyri pakkingini, har hon er eitt arbeiðsjarn burturav. Hvør einasti saltfiskur er unikkur, og her dugir Jansy Brøðraberg ógvuliga væl at finna javnvágina. Hon leggur bæði tað visuella og kensluliga í hvønn fisk.
Stjórin vísir á, at hvør vinna hevur sín spesialitet, og her dugir Jansy Brøðraberg ótrúliga væl at skilja ta stóru myndina - um eg so kann siga. Tað er hon, sum hevur tikið avgerð um, hvussu skiljingin skal vera.
- Jansy Brøðraberg hevur eina ómetaliga góða føling við, hvat hendir í hinum endanum, har tað er keyparin, sum fær vøruna. Hon er altíð væl uppløgd og positiv og hevur øll árini verið ein stórur fongur fyri fyritøkuna, sigur Jógvan Gregersen, stjóri í Vaðhorn Seafood.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom seinasta fríggjadag, er vinnutema, og her er eisini ein størri samrøða við 72 ára gomlu, Jansy Brøðraberg, sum byrjaði at arbeiða hjá Vaðhorn á sumri í 1986. Hon er framvegis í starvi hjá fyritøkuni á Hulki á Strondum.