Homerun við Jazzygold: At standa millum tvær mentanir

Jasmin Mote

Jazzygold er aftur við einum inniligum nýggjum staklagi. Á nýggjastu útgávuni bjóðar Jazzygold lurtarunum at ferðast gjøgnum hennara fortíð og barndóm. "Homerun" er eitt djúpt persónligt lag, sum endurspeglar hennara uppliving av at vaksa upp í einum burturav hvítum grannalagi, har hon ofta setti spurnartekin við sín samleika sum ein brún genta við krúllutum hári. Hesin sangurin er bæði eitt kærleiksbræv til familjuna og ein kanning av teimum avbjóðingunum, hon møtti, tá hon skuldi balansera millum tvær mentanir í húskinum og klára seg við einum fjarðum pápa, skrivar plátufelagið Tutl á tutl.com.

 

Lurta eftir 'homerun'

 

Ein heiðran av teimum nærmastu

Jazzygold heiðrar systkini og serliga mammuna, sum ótroyttiliga bøtti um brotnu stykkini gjøgnum árini. Jazzygold sigur við egnum orðum: “Homerun er ein sangur, sum eg havi ynskt at skrivað í allar ævir, men eg føldi meg ongantíð kláran at deila mína persónligu søgu fyrr enn nú. Eftir at hava gjørt hendan vakra sangin, havi eg ongantíð verið klárari at deila eitt lag við tykkum.“

 

Jasmin Mote