Holy Spider - Drápsmaðurin í heilaga býnum

”Holy Spider” byggir á søguna um hin veruliga iranska ”eiturkoppadrápsmannin”, Saeed Hanaeid, ið segði seg vera á eina guddómligari missión, tá hann í árunum 2000 og 2001 beindi fyri sekstan skøkjum í mest fundamentalistiska býnum, Mashhad, í Iran.

 

Filmsfelagið vísti svenska ”Gräns”, ið var fyrsti filmur hjá Ali Abbasi, samstundis sum hann dystaðist um Gylta Pálman í Cannes.

 

Nýggi filmurin, ”Holy Spider”, er ein framúr væl skipað nøtrisøga í andanum hjá David Fincher og ”Zodiac”, har vit sosialt og religiøst verða førd inn í iranska gerandisdagin í heilaga býnum Mashhad.

 

Filmurin fylgir kvinnuliga journalistinum, Rahimi (Zar Amir-Ebrahimi) , sum fer til heilaga býin, at skriva um ein hópdrápsmann, ið eirindaleyst fer eftir skøkjum í býnum. So hvørt Rahimi kemur nærri og nærri drápsmanninum, verður tað torførari og torførari at avdúka hann, tí millum fólk flest er hann nú vorðin ein hetja heldur enn eitt bølmenni.

 

Fyri leiklutin fekk Zar Amir-Ebrahimi virðisløn í Cannes sum besti kvinnuligi høvuðsleikari, og Ali Abbasi var í uppskot at fáa Gylta Pálman sum besti leikstjóri.

 

Abbasi er føddur í Teheran í Iran 1981, flutti til Svøríkis at lesa og síðan til Danmarkar, har hann er útbúgvin leikstjóri á Filmskúlanum.

 

2/11 kl 20:00 Holy Spider (Ali Abbasi, Danmark Týskland Svøríki Frakland 116 min)

 

##med2##

 

##med3##