DJ Crapman vitjar aftur klettarnar og í kvøld koyrir hann ahead í Eclipse við sínum rútmum. Danski plátuvendarin, ið hevði eina stórsligna vitjan á Ólavsøku, er vorðin eitt risastórt navn í heimlandinum. Í heyst toppaði hann hittlistarnar við endurútgávuna av klassikaranum ?Uhh la la la?.
Hann 100 prosent party-DJ. Hann tímir ikki tað alternativa, men arbeiðir meiri við tí klassiska house-, dance og tekno-tónleikinum. Dj Crapman hevur seks ár á baki sum plátuvendari, og hann arbeiðir vanliga á teimum væl vitjaðu støðunum runt um í Danmark og í Týsklandi.
Sí annars heimasíðuna hjá DJ Crapman: www.crapman.dk.










