Holte kom ígongd

Eftir tapið seinasta vikuskiftið var kravið hesaferð ein sigur, tá Holte á útivølli spældi móti Marienloyst Volley

Flogbóltsútiseti

Fyri Bárð Mikkelsen mundi tað kennast nakað serligt, nú teir í Holte á útivølli skuldu royna seg móti Marienlyst, sum er fyrrverandi felagið hjá Holte.
Eftir at teir beint fyri jól vunnu steypafinaluna, kom Holte nevnliga niður aftur á jørðina, tá teir í einum sera spennandi dysti máttu lúta fyri Arhus seinasta vikuskifti, og tí var alneyðugt við einum sigri á Marienlyst um vikuskiftið.
Og hetta var eingin løtt uppgáva. Marienlyst var nevnliga liðið, sum endaði ovast í grundspælinum, sum annars verður mett sum hitt javnasta í danskari flogbóltssøgu.
Fyrstu løtuna av dystinum var annars líkt til, at talan ikki skuldi gerast um serliga trupulleikar hjá Holte. Tó at Marienlyst var væl við, so vann Holte nevnliga tey bæði fyrstu settini, men so tók heimaliðið brádliga yvir. Teir vunnu tey bæði næstu settini hampuliga sannførandi, so tá farið varð undir avgerandi javnbrótaran stóð hampuliga nógv á hjá Holte. Seinastu dystirnir hava tó helst lært teir nakað um, hvussu nervarnir skulu stýrast í spentu støðunum, og tað eydnaðist eisini at vinna fimta settið.
Enn eru bert tveir dystir leiktir í danska elitu-endaspælinum, og tí er sjálvandi ilt at meta um, hvønn týdning sigurin fær fyri teir í Holte, tá alt verður gjørt upp, men fyribils ber í øllum førum til at staðfesta, at felagið er við í kappingini.