Holst vil aftur á landsliðið

Hann spælir hvørja viku á høgum stigi í Danmark og skorar javnan mál fyri toppliðið Lyngby, men pláss hevur ikki verið fyri á honum á føroyska landsliðnum seinastu tvey árini. Christian Lamhauge Holst vil aftur á landsliðið, og hann útilokar ikki, at hann fer at spæla fyri føroyskt felag

Hálvi føroyingurin Christian Lamhauge Holst telist millum stuðulsspælarnar á liðnum hjá Lyngby, sum liggur á odda í donsku 1. deild í løtuni. Holst ger javnan mál fyri Lyngby, og hann spælir hvørja viku dystir á høgum stigi í Danmark.
Men hóast hetta er ikki pláss fyri honum í føroyska landsliðshópinum.
- Tað eru liðin meira enn tvey ár, síðani eg var á landsliðnum, men eg havi ikki givið skarvin yvir. Um eg haldi fram við at spæla væl fyri Lyngby, rokni eg við, at eg kann fáa kjansin aftur á landsliðnum, sigur 24 ára gamli Christian Lamhauge Holst.
Hann hevur spælt tvær ferðir á føroyska landsliðnum, men síðani venjingarleguna í Spania í 2004, hava boð ikki verið eftir honum.
- Eg vil gjarna spæla á føroyska landsliðnum. Tað er ein sera spennandi avbjóðing, og tað fylgja nógv spennnandi upplivilsi við. Eg gangi ikki dagliga og hugsi um føroyska landsliðið, men tað er avgjørt eitt av mínum málum, sigur Holst.
 
Spennandi lið
Tað hevur gingið framúr væl hjá Lyngby og Christian Lamhauge Holst seinasta árið. Lyngby varð fyri nøkrum árum síðani noytt út bestu deildini og niður í Danmarksseriuna, tí fíggjarligu viðurskiftini vóru ikki í lagi. Nú er Lyngby oddalið í 1. deild og hevur kós ímóti superliguni aftur.
- Tað kundi ikki gingið betur, enn tað gongur í løtuni. Vit spæla væl, og vit hava nógvar góðar og evnaríkar spælarar á liðnum. Lyngby ger nógv burtur úr ungdómsarbeiðnum, og tað sæst aftur á besta liðnum, tí vit hava fleiri heilt spennandi ungar spælarar á liðnum, sigur Christian Lamhauge Holst.
- Vit hava ment okkum sera nógv seinnu árini, og nú hava vit eitt lið, sum veruliga kann kappast um at koma í superliguna, sigur hann.
 
Nýggjan leiklut í Lyngby
Christian Lamhauge Holst hevur verið millum bestu málskjúttarnar hjá Lyngby, og hann ger framvegis mál fyri liðið. Men nú hevur hann fingið eina øðrvísi uppgávu á liðnum.
- Eg plagdi at spæla heilt frammi, men nú spæli eg sum hangandi álopsspælari. Tað dámar mær sera væl. Eg skori ikki so nógv mál, sum eg plagdi at gera, men eg eri meira við í spælinum, og eg leggi upp til meira mál. Einki er sum at skora mál, men tað er eisini gott at kunna leggja upp, sigur hann.
Holst hevur eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við Lyngby, og hann er í løtunu hugaður at leingja sáttmálan við danska felagið.
- Gongdin í Lyngby er sera spennandi, og nú vit hava ein kjans at koma í superliguni, kundi eg hugsa mær at hildið fram í felagnum, sigur hann.
 
Føroysk feløg sýna áhuga
Fleiri føroysk feløg hava seinastu tíðina sýnt áhuga fyri Christian Lamhauge Holst, men tað er ikki sannlíkt, at hann kemur til Føroya at spæla beint nú.
- Eg havi tosað við føroysk feløg, og eg eri avgjørt áhugaður í at koma til Føroya at spæla. Men í løtuni er tað spennandi at spæla í Lyngby, og eg eri mest sinnaður at leingja sáttmálan við Lyngby. Vit hava ein kjans at koma í superliguna, og tað kundi verið spennandi at sloppið at roynt, sigur hann.
- Hóast eg ikki komið til Føroya at spæla nú, so dámar mær væl tankan um at royna meg í føroyskum fótbólti, sigur hann.