Silkeborg vitjaði á seinasta leikdegi hjá FC Midtjylland, sum vann sannførandi 3-0. Christian Lamhauge Holst var á vøllinum til tað restaðu 27 minuttir.
Tapið merkir, at Silkeborg endaði sum nummar átta í deildini. Liðið varð í dag yvirhálað av FC Nordsjælland, sum við javnleikinum móti Esbjerg kom ájavnt í stigum við Silkeborg, men hevur betri málúrtøku.
FCK er danskur meistari, tað gjørdist greitt fyri tíð síðani og OB gjørdist nummar tvey, meðan Brøndby í dag vann seg upp til bronsukrónurnar.