Holst tapti fyrsta dystin

Leygardagin spældi Lyngby fyrsta venjingardystin undan nýggja kappingarárinum, sum byrjar í næstum. Dysturin varð ímóti AB, og AB vann dystin 2-1. Tað var annars Lyngby, sum koma á odda, tá ið Jesper Kristensen skoraði fyri Lyngby, men AB skoraði tvær ferðir í seinna hálvleiki, og so vunnu teir dystin. Christian Lamhauge Holst spældi í álopinum hjá Lyngby frá byrjan, men í hálvleikinum var meginparturin av liðnum skiftur út, og Holst spældi tí bara fyrra hálvleik.