Fyrsta umfar í ársins útgávu av donsku landskappingini varð leikt í gjár. Einasti føroyingurin í donsku kappingini, Christian Holst, var á vøllinum fyri Silkeborg, sum spældi javnt á útivølli móti HB Køge. Føroyski landsliðsframherjin var útskiftir miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann og liðfelagin Rajko Lekic rendu saman, og Holst fekk ein snudd í høvdið. Úrslitini í SAS-liguni vóru hesi: FC Nordsjælland – FC København 2-0, FC Midtjylland – Esbjerg fB 0-0, Sønderjyske – Randers 1-0, HB Køge – Silkeborg 1-1 og Brøndby – OB 2-2.