Holst skoraði til fánýtis

Christian Holst skeyt eitt mál í 2-3-tapinum hjá Silkeborg ímóti Brøndby í kvøld.

 

Silkeborg kom á odda longu í 8. minutti, tá ið Frank Hansen sendi eitt innlegg til ein púra leysan Marvin Pourié, sum smekkaði bóltin í málið.

 

Christian Holst var tætt við at økja til 2-0 eitt korter seinni, tá ið hann í tveimum atløgum fekk skot á bóltin. Í fyrstu royndini kom ein verjuleikari fyri, og í aðru royndini endaði bólturin í síðunetinum.

 

Við tveimum málum legði Simon Makienok Brøndby á odda 2-1 - eitt stutt fyri hálvleik og eitt stutt eftir hálvleik. Christian Holst javnaði í 58. minutti við einum stútara. Hetta var 10. málið hjá føroyska landsliðsframherjanum hetta kappingarárið, og er hann greiður toppskjútti hjá Silkeborg.

 

Eitt korter seinni legði Brøndby seg aftur á odda, tá ið Mike Jensen var kvikastur á returbóltinum og prikaði eina hálvbjarging frá málmanninum í netið.

 

Sjey minuttir fyri leiklok var Christian Holst fáar sentimetrar frá at javna til 3-3, tá ið hann stútaði eitt innleg beint framvið málinum, og hóast Silkeborg royndi at trýsta fyri útjavnandi málinum, so vardi Brøndby væl og fekk ein 3-2-sigur í hús.

 

Tapið kemur sera illa við hjá Silkeborg, sum nú misti í stríðnum um pláss í evropeiskum fótbólti komandi kappingarár. AGF vann sín dyst í gjárkvøldið, og merkir tað, at teir á 5. pláss eru trý stig frammanfyri Silkeborg og nú hevur munin í mun til at vinna sær pláss at spæla í Europa League komandi kappingarár.