Føroyski landsliðsspælarin Christian Holst var við frá byrjan, tá ið Silkeborg spældi ímóti Brøndby í bestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Nógvu seinastu umførini hevur annars Holst sitið á beinkinum.
Og Christian Holst gjørdi vart við seg, tí hann skoraði annað av málunum, sum Silkeborg fekk í 2-2 javnleikinum á Brøndby Stadion. Holst spældi allar 90 minuttirnar av dystinum.
Landsliðsmálmaðurin Gunnar Nielsen vardi aftur hesaferð málið hjá Silkeborg, og Ári Mohr Jónsson var á beinkinum uttan at koma inn. Í dag skal Ári spæla við eykaliðnum hjá Silkeborg, sum hevur dyst ímóti AC Horsens.









