Holst skoraði

Christian Lamhauge Holst, sum í fjør spældi við føroyska fótbóltslandsliðnum, skoraði um vikuskiftið eitt av málunum, tá ið Lyngby vann 3-0 á Jetsmark í donsku 2. deild. Christian Lamhauge Holst er ikki tikin út til teir báðar landsdystirnar hjá Føroyum, sum verða spældir í hesum døgum.