Holst skiftir til Silkeborg

Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst skiftir í vetur frá Lyngby til Silkeborg at spæla.1. deildarfelagið Silkeborg hevur stórar ætlanir við sínum liði

Felagið ætlar sær aftur í superliguna, og teir hava styrkt sær liðið við millum annað Henrik Tømrer Pedersen, sum hevur spælt í enskum fótbólti í nógv ár. Nú er tað eisini greitt, at Christian Lamhauge Holst skiftir til Silkeborg at spæla á ársskiftinum. Fleiri feløg hava sýnt áhuga fyri Holst, sum var toppskjútti hjá Lyngby í superliguni farna kappingarár, og um ársskiftið endar hansara sáttmálaskeið í Lyngby. Tá flytir Holst so av Sælandi og til Jútland at spæla fótbólt. – Vit hava tosað um nógvar spælarar, men Christian hevur allatíðina staðið ovast á okkara ynskilista, sigur Peter Kjær, sum er ítróttarstjóri í Silkeborg. Christian Lamhauge Holst hevur higartil spælt 142 dystir fyri Lyngby, og hann hevur skotið 76 mál.