Holst og teir liggja fram við

Lyngby hevur av álvara sett ferð ímóti toppinum í næstbestu donsku deildini. Tað kemur óvart á tey flestu, at Lyngby skal fáa so góð úrslit, men í løtuni gongur sum eftir ánni hjá teimum. Christian Holst Lamhauge, sum hevur spælt ein landsdyst fyri Føroyar, er ein av spælarunum á liðnum, og mikukvøldið vann Lyngby 2-1 ímóti HIK. Morten Norstrand skoraði bæði málini hjá Lyngby. Um Lyngby nú vinnur sínar tveir útsettu dystir, kunnu teir koma upp á javnt við Vejle, sum liggur næstfremst í donsku 1. deild.