5.600 áskoðarar sóu Esbjerg á heimavølli vinna 2-1 á Silkeborg ígjár. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1.
Føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst spældi allan dystin á tamb fyri Silkeborg.
Arnór Smárason legði Esbjerg á odda, tá eitt stórt korter var farið av dystinum. Bert seks minuttir seinni javnaði Jesper Bech fyri Silkeborg. Ì fyrra hálvleiki hevði Silkeborg stóra leikliga yvirvág, og komu teir til nógvar málmøguleikar.
Tað gjørdist kortini Esbjerg sum fór við øllum. Tá 56 minuttir vóru farnir stútaði Nicolai Høgh Esbjerg á odda 2-1. Hetta vóru Silkeborg-spælarnir alt annað enn nøgdir víð. Teir meintu, at Silkeborg átti fríspark, tí Lasse Heinze var koyrdur um koll í brotsteiginum, men dómarin dømdi mál.
Christian Lamhauge Holst var við í tveimum góðum royndum, men hvørgin teirra gav mál.
Ímóti dystarenda kendu Silkeborg-spælarnir seg í tveimum førum snýttar. Fyrst tá ein verjuspælari hjá Esbjerg tók bóltin við hondini, men dómarin dømdi ikki brotsspark. Stutt aftaná stútaði Henrik Pedersen bóltin í netið, men hann var dømdur at verða rangstaddur.
Silkeborg liggur aftast í SAS-liguni við trimum stigum fyri sjey dystir.