Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Christian Lamhauge Holst, hevur í Danmark, har hann býr, fingið eitt nýtt starv við síðuna av starvinum sum lærari.
Danska heimasíðan bold.dk skrivar nevniliga í dag, at Christian er settur í starv sum serligur venjari hjá BK Frem, sum spælir í triðbestu deildini.
Starvið sum serligur venjari inniber, at hann skal taka sær av einum parti av venjingunum hjá tveimum teimum fremstu liðum felagsins.
Felagið fer eisini at byrja upp á morgunvenjing fyri eitt nú U19-leikarar, og her skal Christian eisini vera ein partur av venjaratoyminum, skrivar bold.dk.