Tí iðra Holst og liðfelagar hansara seg um tey bæði mistu stigini, heldur enn at fegnast um, at Silkeborg eru farnir ósigraðir av vøllinum fimta dystin á rað í dag í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Føroyski landsliðsleikarin spældi allan dystin á tamb í vinstra borði. Christian Lamhauge Holst hevði eisini fleiri royndir móti málinum og misnýtti eisini ein stóran møguleika, tá tað einans restaðu seks minuttir og Silkeborg var á odda 0-1.
Við eina stiginum í dag hevur Silkeborg tilsamans 14 stig, sum røkkur til eitt áttanda pláss. Hinvegin eru bara tvey stig niður til niðurflytingarmarkið.
Í hinum endanum hava uppflytararnir Lyngby í dag vunnið seg upp á triðja plássið í deildini. Tað leikar rættiliga javnt á í bestu donsku fótbóltsdeildini, tí OB, sum liggur aftanfyri Lyngby við einum stigi og er á fjórða plássi, er bara trý stig frammanfyri Holst og teir.
Við øðrum orðum er Silkeborg bara ein sigur frá altjóða fótbólti, nú flestu liðini hava spælt 12 dystir.









