Holst hevði ynskt ein betri enda

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Danski føroyingurin er vónríkur um framtíðina hjá landsliðnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Christian Lamhauge Holst, sum spældi sín seinasta landsdyst fyri Føroyar í kvøld.

 

Christian hevði ynskt sær ein betri enda á landsliðsyrkisleiðini enn eitt 0-3 tap. Hann heldur tó, at talan var um nøkur óheppin mál, og føroyska liðið hevði møguleikar at fáa mál í sín part.

 

Christian heldur tó, at tá nakrir tímar eru farnir, so kann hann við gleði hyggja aftur á tíðina á landsliðnum. Hann er bjartskygdur um framtíðina hjá føroyska landsliðnum, og heldur ikki, at nakar undirmetir liðið longur.