Á árligu fótbóltsgallaveitsluni hjá donskum fótbólti, sum varð hildin um vikuskiftið, varð Christian Holst Lamhauge heiðraður sum »årets profil« í donsku aðru deild.
Christian Holst Lamhauge er hálvur føroyingur, og í fjør var hann eitt skifti kring landsliðið. Hann varð skiftur inn i útidystinum móti Skotlandi, fyri síðani at sita beinkinum í samfullar 90 minuttir í seinasta EM-undankappingardystinum móti Litava. Síðani hava ikki verið boð eftir Lyngby-framherjanum, men møguliga kann heiðranin um vikuskiftið hjálpa honum í so máta.
Tað vóru spælarar úr donsku fyrstu og aðru deild, sum høvdu greitt atkvøðu til »årets profil«.