Heini Vatnsdal hevði leikbann, Finnur Justinussen sat á beinkinum, og Christian Lamhauge Holst var á vøllinum, tá Fremad Amager tryggjaði sær uppflyting upp í næstbestu donsku fótbóltsdeildina við einum 2-1 heimasigri ímóti Hvidovre á Sundby leikvøllinum á Amager frammanfyri 2067 áskoðarum. Talan var um seinasta dystin hjá Christiani Lamhauge Holst á høgum støði, og fekk fótbóltsyrkisleiðin hjá Holst sostatt ein vakran enda.
Longu aftaná fimm minuttirs spæl kom Fremad Amager á odda við málið, sum Nicolas Mortensen skoraði. Tá ein tími var farin økti Hakan Redzep til 2-0. Ímóti dystarenda minkaði Hvidovre um munin til 2-1, men tað helt hjá Fremad Amager, sum verður millum liðini, sum skulu manna næstbestu fótbóltsdeildina í Danmark komandi ár.
Fremad Amager hevur ein dyst eftir í kappingini. Hann er á útivølli ímóti AB, sum eisini hevur tryggjað sær uppflyting.
Finnur Justinussen ger í sínum lagi klárt at tørna út fyri Víking í effodeildini og í Europa League í summar.
In.fo ynskir Heina Vatnsdal, Finni Justinussen og Christiani Lamhauge Holst tillukku við uppflytingini hjá Fremad Amager. Ì skrivandi stund feira spælararnir hjá Fremad Amager uppflytingina við einari grillveitslu í góðveðrinum á Amager.