Brian Kerr fyrireikar seg í hesum døgum til fyrstu altjóða royndina sum føroyskur landsliðsvenjari. Um 18 dagar vitjar Serbia á Tórsvølli, og tað er nú greitt, at Christian Lamhauge Holst, sum 14 ferðir áður hevur verið á landsliðnum, verður millum føroysku leikararnar. Tað skrivar heimasíðan hjá Silkeborg, sum Holst umboðar.
Framherjin hevur havt trupult við at prógva sítt virði í Silkeborg seinastu mánaðirnar, og hann er ikki við í hópinum til útidystin móti Kolding, sum Troels Bech, venjari, hevur valt.
Endaligi hópurin hjá Brian Kerr er framvegis ikki kunngjørdur.










