Holst er ikki so skjótur!

Superliga Bæði venjarin og liðfelagarnir prika Christian Lamhauge Holst við skjóta málinum herfyri, tí Holst, sum ikki er tiltikin skjótur leikari, skoraði eftir bara 11 sekundum. – Tað ber ikki til, halda teir

Megnar Christian Lamhauge Holst at renna frá miðlinjuni og niðan til brotsteigin upp á 11 sekund? Nei, tað ber ikki til eru bæði liðfelagar og venjarin í Silkeborg á einum málið um.
– Liðfelagarnir tosa bara um, hvussu tað ber til, at eg kom so skjótt niðan í brotsteigin, segði Holst við TV2 Østjylland. Við somu sjónvarpsrás sigur Troels Bech, venjari, seg stúra fyri, at málið verður kolldømt.
– Holst hevur helst byrjað frammanfyri miðlinjuna, tá dyst­urin varð bríkslaður í gongd, tí so skjótur er hann ikki, argar venjarin.
Hinvegin tykist tað eisini sum um, at Holst er við at vinna álitið aftur hjá venjaranum.
– Eg segði við hinar á beink­inum, at eg ynskti at fáa eitt mál tíðliga í dystinum, so at vit kundu stýra gongdini harfrá. Og onkuntíð skalt tú bara vera nóg neyvur, tá tú ynskir, tí so syrgir Christian (Lamhauge Holst, blðm.) fyri at ynskið verður uppfylt, segði Troels Bech um dystin móti B93.
Móti AaB hevði venjarin aftur eitt ítøkiligt ynski, sum før­oyski landsliðsleikarin upp­fylti.
– Beint sum eg sigi við hinar, at nú kundu vit sanniliga brúkt ein sigur, so leggur hann okkum á odda, so Christian Lamhauge Holst er av sonnum hann, sum uppfyllir okkara ynskir fyri tíðina, segði Troels Bech við TV2 Østjylland í farnu viku.
Um ella hvat venjarin hjá Silkeborg hevur sagt í sam­band við dagsins dyst, vita vit ikki, men hvussu er og ikki, so var Holst aftur framvið og legði upp til eitt mál og skoraði annað.
Eitt annað, sum eisini er okkum ógreitt – og øllum øðrum miðlum við – er, um mál­ið hjá Christiani Lamhauge Holst í steypa­kappingar­dyst­inum móti B93 er tað skjót­asta í donskum toppfótbólti. Higar­til eitur tað, at tað er eitt av teimum skjótastu, tí tað einasta, sum er fullgreitt, er, at skjót­asta málið í Superliguni er skotið eftir 16 sekundum.