Christian Lamhauge Holst skeyt fyrsta málið, tá Lyngby legði fyri í donsku fyrstu deild við tryggum 3-0 sigri á Aarhus Fremad. Talan var um uppibornan sigur, og eftir at Holst hevði skorað eftir 23 minuttum, var eingin ivi um, hvør skuldi vinna dystin. Við sigrinum kom Lyngby væl ígongd í næst fremstu donsku deildini, har felagið nú hevur vunnið seg fram eftir húsagangin, sum fyri nøkrum árum síðani sendi felagið langt niður í donsku røðina.