Holst beinleiðis á TV3+

Vanliga verða fótbóltsdystir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ikki sendir beinleiðis í sjónvarpi, men 22. apríl verður møguleiki at síggja føroyska landsliðsspælaran Christian Lamhauge Holst beinleiðis í donskum sjónvarpi.

Tað er TV3+, sum fer at senda dystin millum Lyngby og AGF beinleiðis tann 22. apríl. Dysturin byrjar kl. 12.00. Seinast ein dystur varð sendur beinleiðis av Lyngby Stadion var í 2001.