Hvussu nógv Brian Kerr og Troels Bech, ávíkavist landsliðsvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum og høvuðsvenjari hjá Silkeborg, tosa saman, er ikki greitt. Greitt er tó, at báðir valdu at síggja burtur frá Christian Lamhauge Holst, tá teir skuldu seta liðið til síðstu uppgávu teirra.
Troels Bech valdi, í mun til Brian Kerr, als ikki at brúka Holst í dystinum. Neyvan var tað høvuðsorsøkin til, at Silkeborg – rættiliga óvæntað – fekk eitt stig burtur úr dystinum, sum teir spældu á útivølli. Men Bech, Holst og hinir kunnu tó allir harmast um, at teir ikki fingu meiri enn tað sama burtur úr.
Silkeborg førdi nevniliga við tveimum málum, tá 55 minuttir vóru spældir, men tað eydnaðist FCK at koma aftur í aftur og javna, soleiðis at dysturin endaði 2-2. Javnleikurin merkir, at Silkeborg framvegis er aftast við fýra stigum og hevur fyrsta sigurin til góðar í ár. Í hinum endanum er FCK fresmt við 20 stigum, fimm fleiri enn FC Midtjylland og Brøndby.