Holocaust-dagur verður hildin kring heimin hin 27. januar. Løgtingið samtykti í 2019 at gera henda dagin til almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp.
Tað var undir seinna heimsbardaga, at umleið 6 milliónir jødar umframt fólk frá øðrum minnilutabólkum, so sum samkynd, vórðu dripin. Hetta verður kallað Holocaust.
27. januar minnast vit Holocaust. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz.
Á undirvísingarportalinum Snar.fo er nógv gjørt burtúr holocaust. Ein undirs´ða er gjørd, sum er evnis síða, og er kunnu læarar, og onnur, leita fram nógv tilfar, ið er upplýsandi og sum kann nýtast í undirvísing og upplýsing um ræðuleikarnar, ið fóru fram undir seinna heimsbardaga.
Evnis síðan sæst her.