Holmgonga skal tryggja B-E meiriluta

Hóast serliga Kaj Leo Johannesen upp á tað harðasta avvísir, at talan er um nakað sum helst annað enn at seta fokus á spurningin loysing/samband, so munnu holmgongurnar millum Tjóðveldi og Sambandið eisini verða ætlaðar at granska møguleikarnar fyri samstarvi eftir valið

»Kærlighed begynder med kast«!

Soleiðis ljóðar eitt danskt orðafelli, og tað rann í hug, tá Høgni Hoydal byrjaði sítt innlegg á tíðindafundinum í morgun við at siga, at um hetta er byrjanin til eitt hjúnarband, so byrjar tað við einum risastórum skeldaíi.

Men tankin er orignalur og spennandi. Ein holmgonga millum polarnar í føroyskum politikki, sum skal føra politikarar og veljarar aftur til tíðina, tá valstríðið var líka nógv ein glíming reint korporligt sum oralt.

Sambært Kaj Leo Johannesen, sum legði fyri á fundinum, er endamálið við hesum serligu tiltøkunum deils at fáa politikkin hjá flokkunum betur fram, deils at geva valevnunum møguleikan at koma til orðanna.

Tað sigur seg sjálvt, at tað verður tyngri og tyngri hjá nýggjum valevnum at sleppa framat. Summi etablerað valevni nýta í hundraðtúsundatals av krónum upp á valstríðið, og pengar eru í hesum føri synonymt við eksponering. Tí verður hetta ein gyltur møguleiki hjá teimum meiri óroyndu at sleppa til orðanna og føra seg fram, segði Kaj Leo Johanesen.

Hann vísti á, at tað vóru bara Tjóðveldi og Sambandið, ið høvdu eina greiða støðu til spurningin loysing/samband, og tí er tað púra náttúrligt, at tað júst eru hesir báðir flokkarnir, ið fara í holmgongu.

Og tað hevur einki við nakað fríggjarí til eftir valið at gera, undirstrikaði formaður Sambandsfloksins.

 

Fjølmiðlastýrda

valstríðnum til lívs

Høgni Hoydal vísti á, at hetta er ein háttur at fáa veljaran meiri engageraðan. Hann heldur, at tað er neyðugt fyrst at fáa greiði á ríkisrættarligu støðu okkara, áðrenn vit kunnu hugsa um nakað annað.

Vit mugu vita, hvat vit ætla okkum ríkisrættarliga, áðrenn vit kunnu stinga út í kortið, hvørj leið vit skulu ganga innan onnur stórmál, segði Høgni Hoydal.

Hann segði eisini, at hesir fundirnir skulu verða bæði áhugaverdir og skemtiligir. Flokkarnir og valevnini skulu tora at gera gjøldur burtur úr hvørjum øðrum og sær sjálvum.

Hetta hevur verið roynt í Eysturoynni til nógv tey seinastu valini, og er mestsum vorðin ein siðvenja har. Og nú skulu vit so royna hetta í fýra umførum, har dentur verður lagdur á at fáa politikkin fram heldur enn persónarnar, segði Høgni Hoydal.

Undan fundunum fara flokkarnir at koyra runt í økjunum við serligum valbussum, fyri at skapa stemning og elva fólki til at møta til holmgongurnar.

Fundirnir verða fýra í tali og tann fyrsti verður nú fríggjakvøldið í Skálanum í Klaksvík. Hinir verða leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, týskvøldið í VB-húsinum í Vági og at enda hóskvøldið í Læraraskúlahøllini í Havn. Øll kvøldini verður byrjað klokkan 20.