Páll Holm Johannesen er settur sum kunningarráðgevi á løgmansskrivstovuni, fyribils í eitt ár, meðan verandi kunningarráðgevi fyribils er farin í annað starv á Løgmansskrivstovuni.
Ráðgevingin umfatar bæði innanhýsis og uttanhýsis ráðgeving.
Hann sigur, at vit hava ikki tað í Føroyum, at kunningarráðgevin er knýttur at nøkrum einstøkum persóni, men er heldur knýttur at stovninum.
- Hetta umfatar eitt nú uppdateringar á heimasíðunum, umframt ráðgeving viðvíkjandi røðum og øðrum kunningarskrivum, sigur Páll Holm Johannesen.