Amerikanski filmsídnaðurin hevur ongantíð áður vunnið so nógvar pengar, sum hann ger nú, og útlit eru fyri, at tað skal ganga enn betri næstu árini. Blaðið Daily Variety skrivar, at í 2006 komu 25,8 milliardir dollarar í kassan hjá stóru filmsframleiðarunum í Hollywood, og tað var 11 prosent meira enn árið fyri.
Støra økingin í inntøkunum kemur serliga frá øktum sýningum av Hollywood-filmum uttanfyri USA.
Stjórin fyri felagið hjá filmsframleiðarum roknar við, at 2007 verður eitt enn betri ár, enn 2006 var.