Vanliga er hendan kvinnan at síggja í sjónvarpinum, sum ein sera vøkur sjónleikarinna í sendingini 90210, men nú ger hon upp við ta perfektu myndina, sum Hollywood altíð vísir av sínum stjørnum.
Anna Lynne McCord spælir ein av høvuðsleiklutunum í sendingini 90210.
Nú ger 24 ára gamla sjónvarpsstjørnan upp við vakurleika mátini, sum Hollywood vanliga setur. Hon hevur lagt eina mynd á Twitter av sær sjálvari uttan nakað smyrsl.
Á myndini vísir Anna Lynne, at hon hevur óreina húð, eins og nógv onnur.
Á Twitter skrivar hon soleiðis.
- Eg vaknaði í morgun og tók avgerð um, at eg nú er liðug við at liva eftir Hollywood krøvunum um perfektión.
Haraftrat skrivar hon eina heilsan til gentur og dreingir, sum skammast um sína húð.
- Eg heiðri tykkum. Eg eri ikki perfekt, og tað haldi eg er í lagið, skrivar hon.
Hetta veit eb.dk









