Hollywood komið til Klaksvíkar

Klaksvíkingar hava tikið sera væl ímóti nýggja filmsleiguhandlinum Hollywood, sum lat upp í farnu viku. Kappingina frá alnetinum síggja eigarnir ikki sum nakra veruliga hóttan. Góðskan á leigufilmum er nevniliga munandi betri á leigufilmum enn teimum av netinum

Ongin ivi er um, at stórur saknur hevur verið í einum filmsleiguhandli í Klaksvík, síðani tann einasti í býnum av hesum slag lat aftur herfyri. Ungu brøðurnir Bárur og Kristian Andreasen lógu tí heldur ikki sjóvarfallið av sær. Tað var ikki langt frá hugskoti til veruleika, og í farnu viku lótu teir nýggja filmsleiguhandilin Hollywood upp í snotuligum hølum á Klaksvíksvegi.
500 tittlar
Onki bendir á, at parabol, alnet og biografur hava nøktað tørvin hjá Klaksvíkingum at síggja góðar filmar. Ì øllum førum gongur ein støðugur streymur av viðskiftafólki um hurðina hesa løtuna, vit vitja inni í Hollywood í Klaksvík.
- Ein stórur partur av okkara viðskiftafólkum eru ung pør ella bólkar av ungdómi. Tað tykist sum, at hetta at leiga sær ein film ofta er ein partur av einum hugnakvøldi, har fleiri eru saman, sigur Bárur Andreasen.
Til eitt hugnakvøld hoyrir sum vera man okkurt gott afturvið, og handilin hevur tí eisini eitt ávíst úrval av góðgæti, chips og sodavatni.
Tað fyrsta, tú leggur merki til, tá tú kemur inn í Hollywood er tað góða plássi allastaðni. Her kunnu viðskiftafólk í frið og náðum standa og hyggja at filmshúsunum uttan at órógva hvønnannan. À veggunum standa langar røðir av leigufilmum umframt keypifilmar og fløgur. Bárur greiðir frá, at teir miða ímóti at hava eitt støðugt savn av leigufilmum við á leið 500 tittlum. So hvørt sum nýggir filmar koma afturat, verða aðrir tiknir frá, so savnið allatíðina er dagført við einum breiðum úrvali og teimum nýggjastu filmunum, sum koma á marknaðin.
Høg góðska
Hóast tað er vorðið alsamt meir vanligt at taka niður filmar av alnetinum, er Bárur ikki bangin fyri at taka kappingina upp.
- Sjálvandi hava vit eina ávísa kapping frá alnetinum, men eg síggi hana ikki sum eina veruliga hóttan. Serliga tí góðskan á einum leigufilmi er so nógv betri enn á teimum, fólk sjálvi taka niður av netinum. Tað eru jú heldur ikki øll, sum yvirhøvur tíma at sita og fáast við tað, sigur Bárur. Hann leggur afturat, marknaðurin í Norðoyggjum er rættiliga stórur, og sum er, er Hollywood einasti handil í Klaksvík, sum fyrst og fremst bjóðar filmar til leigu.
Ein av treytunum fyri at reka ein slíkan handil er, at tú allatíðina fylgir væl við í tí, sum hendir á filmsmarknaðinum. Av teimum 45 filmunum, sum koma á marknaðin um mánaðin, miða Bárur og Kristian imóti at keypa 35. Sum er, fær Hollywood átta nýggjar filmar hvønn hósdag.
- Vit leggja okkum ikki bara eftir at hava teir stóru filmarnar, men royna heldur at hava eitt so fjølbroytt úrval sum møguligt. Um fólk ikki finna tað, tey leita eftir, eru vit altíð fúsir at skaffa filmarnar. Og tað ber í allarflestu førum til, sigur Bárur Andreasen.