Hollywood í hernað: »Kingdom« & »Lions for Lambs«

Filmshøvundurin Matthew Michael Carnahan hevur skrivað leikrit til tveir krígsfilmar í ár. Báðir hava samband við amerikanskan uttanríkispolitikk, Irak-kríggið og stríðið ímóti yvirgangi. Carnahan er ikki einsamallur í hesum. Fleiri enn tíggju aðrir Hollywood-filmar koma á biografskíggjarnar kring knøttin.

Meðan valsstríðið yviri í USA alsamt teku dik á seg koma fleiri enn tíggju filmar út, ið hava við kríggj og trygdarpolitisku støðuna eftir 11. septembur. Allir filmarnir eru úrslit av størri filmsframleiðslum úr Hollywood. Hesir verða uttan iva við til at halda gongd í kjakinum um stríðið ímóti yvirgangi og krígnum yviri í Irak. Tí tað er júst slík eldfim evnir, hesir filmar røra við.

 

»Lions for Lambs« ein anti-krígsfilmur

»Eg sat í Chicago og skifti millum sjónvarpsrásir. So kom eg á hesa frásøgnina (úr Irak) har eitt Humvee-akfar var viðvent, og fýra ella fimm hermenn lótu lív. Eg hugsaði við mær sjálvum, hatta er ein ræðuligur máti ´at fara´ uppá. Síðan hugsaði eg, her siti eg, tann fyrsti at gremja meg um stjórnina, og kortini siti eg her, ein partur av trupulleikanum og leiti eftir røttu sjónvarpsrásini, í staðin fyri rættiligum søgum.« Soleiðis segði Carnahan við McClatchy Newspapers í septembur. At skriva hetta leikritið, var hansara máti at viðurkenna, at hann var ein partur av trupulleikanum, við tað, at hann ikki hevur gjørt nokk fyri at viðurkenna tað, sum hendir í veruleikanum. »Lions for Lambs« hevur fyri stuttum (9. nov.) havt frumsýning í USA og gongur nú eisini í Havnar Bio. »Lions for Lambs« er ein tvørligur filmur. Hann er úr Hollywood, men kortini leggur hann seg tvørt fyri, tá ið tað kemur til at fylgja tí vanliga filmsforminum. Filmurin er ein anti-krígsfilmur úr enda í annan. Filmurin er skrúvaður saman fyri at fáa boðskapin fram: ungir og óroyndir menn fara í kríggj – hetta eru leyvurnar. Teir lata lív fyri lombini, sum sita trygt handan stóru skrivstovuborðini í Hvítu Húsunum, Pentagon og so víðari. Hetta er ikki ein action-filmur, men tað er »The Kingdom«, hin filmurin hjá Carnahan í ár. Hesin fylgir tveimum agentum, sum verða sendir til Saudi Arabia at kanna hvør, ið stendur aftanfyri eina yvirgangsatsókn ímóti armerikanarum. Hesin hevur gingið eina tíð í Havnar Bio. Ummælini av »The Kingdom« hava verið ivasom og ójøvn á máli - danska blaðið Politiken lýsti filmin sum »dupultmoralskan«. Um ikki annað, so snýr filmurin seg um eitt eldfimt og viðkomandi mál, ið, saman við øllum hinum filmssøgunum úr Hollywood, munnu hava sína ávirkan á kjakið yvir í USA.

 

Fleiri enn 10 Hollywood-søgur um kríggj – eitt natúrligt rák

Meðan frumsýningin til Indiana Jones 4 – lætt undirhald heldst fyri allar pengarnar – alsamt nærkast, so eru umleið 10 aðrir álvarsligir filmar á veg. Teir hava allir, á ymiskar háttir, við trygdarpolitisku støðuna í heiminum at gera. Hetta eru álvarslig evnir, ið verða tikin upp. Og ikki minst viðkoma hesar søgur heiminum í dag. Meðan aðrir álvarsligir krígsfilmar, ið hava viðgjørt t.d. Vietnam-kríggið – Apocalypse Now, The Deer Hunter, Coming Home, Platoon – so komu allir hesir ár eftir, at bardagarnir vóru steðgaðir. So er ikki hesa ferð.

Í heystartíð plaga fleiri álvarsamir og Oscar-strembandi filmar at koma út, hetta kemst av, at summarið er tíðarskeiðið, tá ið fleiri lættari og undirhaldandi filmar koma út. Tí er hetta eitt rák, sum í dagsins talgilta fjølmiðlaheimi heilt natúrliga hevur tikið seg upp.

 

 

 

 

 

 

Hesir koma úr Hollywood:

 

 

»In the Valley of Elah« - við Paul Haggis, ið leikstjórnaði »Crash«. Leikarar: Tommy Lee Jones og Susan Sarandon eru foreldur, hvørs sonur hvørvur stutt eftir at hann er heimafturkomin úr Irak.

 

»The Hunting Party« - spenningsfilmur við Richard Gere og Terrence Howard sum blaðmenn, ið fara til Serbia at leita eftir einum krígsbrotsmanni. Hesin goymir seg í fjøllunum nærhendis Montenegro. Leystliga bygdur á veruligar hendingar og hevur fleiri tilsipingar til leitanin eftir Osama Bin Laden.

 

»The Kingdom« - hevur havt frumsýning í Havnar Bio. Við Jamie Foxx, Jennifer Garner og Jason Bateman. Leikritið er skrivað av Matthew M. Carnahan.

 

»Grace Is Gone« - við einum John Cusack. Hesin fer á ein langan biltúr tvørtur um alt USA við børnum sínum, eftir at kona hansara er dripin í Irak.

 

»Rendition« - við suðurafrikanska leikstjóranum Gavin Hood (Tsotsi). Her snýr tað seg um eina kvinnu, Reese Witherspoon, hvørs egyptiskt-føddi maður verður burturfluttur til eitt loyniligt fongsul. Meryl Streep er eisini við í hesum filminum.

 

»Lions for Lambs« - við Tom Cruise, Meryl Streep og Robert Redford, sum eisini leikstjórnar. Varð frumsýndur 9. nov. í USA og hevur stutt síðan havt frumsýning í Havnar Bio.

 

»Redacted« - fleiri meta, at hesin filmurin verður hin mest umstríddi av øllum. Leikstjórin Brian De Palma (The Untouchabls, Mission: Impossible, Dressed to Kill) hevur gjørt ein fiktións-dokumentar. Hann er grundaður á veruligar hendingar, har ein ung irakisk genta varð neyðtikin og morðið á familju hennara. Filmurin fekk nógva umtalu á filmsfestivalinum í Venis og somuleiðis á festivalinum í Toronto. (Tað er ikki kunngjørt nær hesin filmurin fær amerikanska frumsýning.)

 

»Battle for Haditha« - leikstjórin Nick Broomfield (Biggie and Tupac, Kurt & Courtney) sigur frá einum amerikanskum álopið á nakrar irakar, ið vóru undir illgruna fyri at hava lagt eina bumbu við vegjaðaran. (Tað er ikki kunngjørt nær hesin filmurin hevur amerikanska frumsýning.)

 

 

»Stop Loss« - Ryan Phillippe (úr »Crash«) er ein hermaður, ið aftur er heima í Texas. Men hann noktar fyri at fara avstað aftur. Frumsýningin hjá hesum filmi er útsett til fyrst í 2008.

 

»Imperial Life in the Emerald City« - hetta er bókin eftir virðislønta Washington Post-blaðmannin Rajiv Chandrasekaran, sum í hesum døgum verður gjørd til film av Paul Greengrass (»The Bourne Ultimatum«). Universal Pictures gevur út. Væntaða frumsýningin er sett til 2009.