Hollendskt lyfti í Russlandi

Bólkur D: Russland. Eftir at Dick Advocaat leiddi Zenit Skt. Petersborg til UEFA-Cup-gull, er russiska vónin nú, at landsmaður hansara skal føra landsliðið aftur á tindarnar

Tá jarntjaldið fall, hevði hetta eisini sína avgjørdu ávirkan á ítróttarligu úrslitini hjá Sovjetsamveldinum. Russland, sum tjóðin nú aftur æt, minkaði í stórum, so hvørt sum ymsu lýðveldini tóku fullveldi, og eins og í so nógvum øðrum viðurskiftum, so varð Russland brádliga ikki longur at rokna sum nakað veruligt stórveldi.

Ikki minst hevði gamla Sovjetsamveldið havt síni stóru orð at siga í EM-høpi, har teir vunnu gull í fyrstu royndini í 1960. Síðani gjørdist talan í trimum førum um silvurmerki – tað seinasta í 1988. Síðani múrurin fall hevur Russland tríggjar ferðir verið í EM-endaspælinum, men enn er ikki eydnast landinum at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.


Kemur altíð víðari

Og fyrst og fremst er tað hendan siðvenjan, sum Guus Hiddink skal broyta. Hollendski strategurin er kendur fyri at vera serstakliga væl fyrireikaður, líkamikið hvør uppgávan er. Og avrikini hava eisini verið framúr. Við Suðurkorea gjørdist hann nummar fýra í HM-endaspælinum í 2002, og fýra ár seinni leiddi hann Australia víðari úr bólkaspælinum, áðrenn liðið í fjórðingsfinaluni tapti móti komandi heimsmeistarunum úr Italia. Enntá eftir eitt sera ivasamt brotsspark.

Tí var úrslitalistin í lagi, tá russiska fótbóltssambandið setti Hiddink í sessin, og við at spæla seg fram um Ongland í undankappingini staðfesti Hiddink eisini sína støðu. Eisini hóast hetta kravdi kroatiska hjálp í seinasta dystinum.

Og so kundi verið lagt afturat, at hollendskir venjarar í løtuni hava serstakliga høgan status í Russlandi. Dick Advocaat, sum fyri stuttum leiddi Zenit Skt. Petersburg til gull í UEFA-Cup kappingini, er nevnliga eisini hollendingur. Og Hiddink hevur alment sagt, at hansara dreymur er, at hann verður boðin á skrivstovuna hjá Putin, tá EM-gullið er komið til høldar.


Vanta royndir

Skal dreymurin renna út, so skal alt tó rigga hjá russunum. Ikki minst eyðkenda og skjóttgangandi álopsspælið, sum ukrainska Dynamo Kiev gjørdi til vørumerki undir Lobanovsky, og sum Petersburg til tíðir sýndi í UEFA-Cup kappingini.

Spurningurin er tó, um liðið í nóg stóran mun megnar at standa móti mentala trýstinum, tá veruligur spenningur kemur í dystirnar. Við tapinum í Ísrael í undankappingini vísti Ísrael, at hetta ikki altíð er so lætt, og hóast góðu fótbóltsevnini, so er talan í stóran mun um ein hampuliga óroyndan hóp, har eingin spælari enn hevur rundað teir 50 landsdystirnar. Og í so máta var tað meira enn bara merkisvert, at Hiddink ikki Aleskandr Kerzhakov úr Sevilla á listanum, tá EM-hópurin varð kunngjørdur.

Hinvegin eru framvegis vandamiklir harrar á liðnum. Og raka Arshavin, Sychev og aðrir dagin, kunnu teir volda meira enn bara lítlar trupulleikar hjá flestu mótstøðuverjunum.




---


Russland


1 Igor Akinfeev

2 Vasili Berezutski

3 Renat Yanbaev

4 Sergei Ignashevich

5 Aleksei Berezutski

6 Roman Adamov

7 Dmitri Torbinskiy

8 Denis Kolodin

9 Ivan Saenko

10 Andrei Arshavin

11 Sergei Semak

12 Vladimir Gabulov

13 Pavel Pogrebnyak

14 Roman Shirokov

15 Diniyar Bilyaletdinov

16 Vyacheslav Malafeev

17 Konstantin Zyrianov

18 Yuri Zhirkov

19 Roman Pavlyuchenko

20 Igor Semshov

21 Dmitri Sychev

22 Aleksandr Anyukov

23 Vladimir Bystrov


Venjari: Guus Hiddink